Tonito byrjaði sítt framleiðsluvirksemi á várið 1988.
Virkið hevur verið í støðugari menning og vøkstri. Nevnast kann, at flutt varð í stór nýggj og snotilig hølir í 1999, soleiðis at virksemið í dag fevnir breitt, og at alt størri partur av tí samlaðu brævbjálvanýtsluni í Føroyum kemur frá Tonito
Høvuðsdenturin verður lagdur á, at hava eina høga góðsku bæði víðvíkjandi pappírsdygd, lími og prenti - saman við kappingarførum prísum og skjótari avgreiðslu. Til tess at liva upp til hesi krøv er neyðugt, at arbeiðsfólkið er væl fyri fakliga, og at maskinurnar verða endurnýggjaðar og dagførdar javnan.
Prent í dag er sera krevjandi og verður lagt til rættis til minstu smálutir. Í góðum samstarvi millum brúkarin og okkum, kann eitt gott og snøgt úrslit greiðast úr hondum.
Tonito hevur í dag maskinur í serflokki, og so at siga allar uppgávur kunnu prentast, líka frá 1 lita til 4 lita offset prent.
|
|