Haldgóðska

Nøkur góð ráð í sambandi við goymslu av brævbjálvum.

Ger eftir hesi vegleiðing, og tú fært gleði av øllum tínum brævbjálvum!

 

Soleiðis goymir tú brævbjálvar best:
TURT, SVALLIGT, MYRKT og DUSTLEYST.

Brævbjálvar goymast best við eini luftvætu millum 50% og 55%. Verða brævbjálvarnir goymdir í meiri luftvætu, oyðilegst límið, og brævbjálvarnir gerast skeivir.

Tað er best at goyma brævbjálvarnar í 10°-20° hitastigum.

Verða sjálvlímandi brævbjálvarnir lagdir nærhendis eini varmakeldu, t.d. einum  radiatori, tornar límið.

Klistrievnið hjá brævbjálvunum oyðilegst, um teir verða lagdir í dagsljós. Serliga teir sjálvlímandi brævbjálvarnir eiga ongantíð at koma í beinleiðis sólarljós.

Dust og onnur luftdálking oyðileggur límið á brævbjálvunum.

Brævbjálvar goymast best í upprunapakkanum, sum er serliga framleiddur til at verja brævbjálvarnar ímóti ávirkan uttanífrá.

TURT:

SVALLIGT:

MYRKT:

DUSTLEYS:

Tað er best bert at taka teir brævbjálvar fram, sum skulu brúkast í einum stytri tiðarskeiði, lata restina vera verandi í eskjuni og lata eskjuna aftur. Eskjan má ikki standa opin.

 

TONITO Sp/f - Fjøruvegur 7 - FO-470 Eiði - Føroyar - Tel (+298) 423 560 - Fax (+298) 423 561