10 stk
10 stk
36 stk
36 stk
10 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
Úr 1.570,00 kr. við MVG
Her kanst tú bíleggja sangheftir til veitslur. Tú kanst sniðgeva sjálv/sjálvur, senda okkum eina prentklára fíl ella fáa okkum at sniðgeva hefti fyri teg.
Ger títt egna snið herSoleiðis nýtir tú Canva
Aftaná tú hevur valt eina skapilón, verður tú send/ur til Canva, har tú kanst sniðgeva prentfíluna út frá skapilónini.
Bert galdandi fyri heftir:
Tryggja tær at sniðið er liðugt og klárt at prenta.
G.G. Leinkjan sum vit fáa er "live". Tað vil siga at um tú gert broytingar, áðrenn vit hava tikið fíluna niður, so koma hesar broytingar við. Um tú ynskir at gera eina aðra útgávu av fíluni, mást tú gera eitt kopi áðrenn tú gert broytingar (Fil > Lav en kopi)
Tá tú ert liðugur at sniðgeva, kanst tú taka fíluna niður.
Tá tú hevur tikið fíluna niður ella kopiera eina leinkju frá Canva, fært gjørt eina bílegging. Tryggja tær at tú velur sama síðutal fyri tína bílegging, sum tín prentfíl hevur.
Dømi: Tú ynskir at gera eitt kort við prent á báðum síðum, so gert tú eina fíl við 2 síðum.
Bert galdandi fyri heftir:
Síðutalið má ganga upp í 4.
T.d. 16 síður, 20 síður, 24 síður, 28 síður, 32 síður o.s.fr.
Tá tú tikið kopiera leinkjuna, kanst tú seta hana inn í tína bílegging.
Matt (Uncoated) Pappír við mattari/óblankari yvirflatu, sum hevur eina natúrliga útsjónd. Hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum. Somuleiðis er hetta pappíri væl hóskandi til brúðarveitslu-heftir, sum hevur eina natúrliga og romantiska útsjónd.
Silk (Coated) Hevur eina semigloss/miðal-blanka yvirflatu. Eitt tað mest brúkta slagið av pappíri til heftir og bløð. Hetta pappíri hóskar væl til øll sløg av prenti (myndir, tekst og grafik).


Heftini verða framleidd í hesum støddum:
A5 148 x 210 mm
Endalig stødd: 148 x 210 mm
Stødd við Bleed: 154 x 216 mm
105 x 210 mm
Endalig stødd: 105 x 210 mm
Stødd við Bleed: 111 x 216 mm
Sniðgeving til umslag
Vit seta umslagi upp við mynd, teksti og prýði (forsíða og baksíða) eftir tygara ynski. Síðani seta vit sangtekstir inn í hefti, sum vit móttaka sum tekstfíl ella word fíl (Her er ikki møguligt at fáa myndir og prýði eftir egnum ynski). Um tú ynskir at hava myndir/prýði í heftinum, mást tú velja “Sniðgeving fyri alt hefti”, ella senda okkum innmatin sum eina prentklára PDF fíl.
Sniðgeving fyri alt hefti
Vit sniðgeva hefti (síðu fyri síðu) við valdu sangum og prýða hefti við myndum og blómum eftir tygara ynski.
Rættingar / Endurskoðan
Eftir vit hava móttikið tína bílegging uppá sniðgeving frá okkum, hyggja vit tilfarið ígjøgnum fyri at tryggja at góðskan er í lagið. Um vit mangla tilfar ella hava nøkur ivamál, so seta vit okkum í samband við tygum sum skjótast.
Tá vit hava sett fíluna upp, senda vit tær ein teldupost við einum uppskoti. Fyrstu 2 rættingarumførini eru íroknað grund prísinum fyri sniðgeving.
Um øll rættingarumfør eru brúkt og tú ynskir fleiri rættingar, kemur ein eykakostnaður á 500 DKK v/mvg fyri hvørt komandi rættingarumfar. Hesin eykakostnaður verður goldin ígjøgnum eina nýggja rokning, sum vit senda til tygara teldupost.
Veitingartíð fyri sniðgeving
Vanlig veitingartíð fyri fyrsta uppskot er innan 2-4 arbeiðsdagar. Veitingartíð fyri rættingar er innan 1-2 arbeiðsdagar.
Her finnur tú sangir til veitsluhefti.
Niðanfyri er ein vegleiðing til hvussu tú sendir okkum myndirnar
Ein prentklár fíl er ein fíl, ið hevur rættu støddina á prentlutinum, skerimerkir og 3 mm bleed. Mest brúkta fíl format er .pdf. Í summum førum er møguligt at viðfesta fílir sum t.d. .ai, .psd, .eps, .jpg.
Silk
Hevur javna og slætta semi matta "coated" yvirflatu. Tú kanst saktans skriva á Silkpappír við kúlupenni, men pappírið hóskar ikki so væl til stempul, litblýantar ella blýantar.
Silk er mest brúkta pappír til vanligar prentlutir. Silk er væl hóskandi til øll sløg av prenti (myndir, tekst og grafik).
Offsetpappír
Offsetpappír er heldur rúðrut og hevur eina “uncoated” yvirflatu og líkist mest vanligum “prentarapapíri”. Litirnir eru meira doyvdir og ikki so skínandi, sum á “coated” pappíri, sum til dømis á silkpappíri. Offsetpappír er vælegna til at skriva og tekna á ella koyra stempul á pappírið.
Matt
Matt pappír minnir nógv um Offsetpappír, men hevur eina betri góðsku. Pappíri er "uncoated" og hevur eina matta/óblanka yvirflatu, sum hevur eina natúrliga útsjónd.
Hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum. Somuleiðis er hetta pappíri væl hóskandi til heftir, har boðskapurin skal hava eina natúrliga útsjónd.
Litir verða meira doyvdir og eru ikki so skínandi, sum á silkpappíri. Matt pappír er vælegna til at skriva og tekna á ella koyra stempul á pappírið.
Kvistpappír
Hevur eina sandlitta matta/óblanka "uncoated" yvirflatu. Pappíri er framleitt av endurnýttum bylgjupappi, sum er blandað við trærestum og endurnýtslupappíri.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
Endurnýtslupappír
Hevur eina matta/óblanka "uncoated" yvirflatu, sum hevur eina nátúrliga eggjahvíta útsjónd.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
Coated pappír
Bestrokið pappír, ið hevur eina javna og slætta yvirflatu. Litir á bestroknum pappíri eru sterkir og bjartir.
Uncoated pappír
Óbestrokið pappír, ið hevur eina heldur rúðruta yvirflatu, sum minnur um vanligt "prentarapappír". Litir á óbestroknum pappíri eru meira doyvdir og ikki so sterkir av tí at pappír-yvirflatan er meira rúðrut og matt.
80-130 gram pappír
Vælegna til blokkar, brævørk og heftir
170 gram pappír
Vælegna til floglepar, faldarar og plakatir
200-250 gram pappír
Vælegna til umslag til heftir, gávukort og plakatir
350-400 gram pappír
Vælegna til visitkort
Kort
Faldarar
Blokkar
Faldarar
Plakatir, skeltir og bannarar
Kort
Plakatir, skeltir og bannarar
Faldarar
Keypir tú 3 ella fleiri veitsluvørur (t.d. sangheftir, navnakort, menukort v.m.), fært tú –10% avsláttur í kurvuni.