10 stk
10 stk
36 stk
36 stk
10 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
Úr 300,00 kr. við MVG
Á Canva finnur tú eitt stórt úrval av skapilónum til innbjóðingarkort.
Soleiðis nýtir tú Canva
Aftaná tú hevur valt eina skapilón, verður tú send/ur til Canva, har tú kanst sniðgeva prentfíluna út frá skapilónini.
Bert galdandi fyri heftir:
Tryggja tær at sniðið er liðugt og klárt at prenta.
G.G. Leinkjan sum vit fáa er "live". Tað vil siga at um tú gert broytingar, áðrenn vit hava tikið fíluna niður, so koma hesar broytingar við. Um tú ynskir at gera eina aðra útgávu av fíluni, mást tú gera eitt kopi áðrenn tú gert broytingar (Fil > Lav en kopi)
Tá tú ert liðugur at sniðgeva, kanst tú taka fíluna niður.
Tá tú hevur tikið fíluna niður ella kopiera eina leinkju frá Canva, fært gjørt eina bílegging. Tryggja tær at tú velur sama síðutal fyri tína bílegging, sum tín prentfíl hevur.
Dømi: Tú ynskir at gera eitt kort við prent á báðum síðum, so gert tú eina fíl við 2 síðum.
Bert galdandi fyri heftir:
Síðutalið má ganga upp í 4.
T.d. 16 síður, 20 síður, 24 síður, 28 síður, 32 síður o.s.fr.
Tá tú tikið kopiera leinkjuna, kanst tú seta hana inn í tína bílegging.
Silk: Eitt slag av bestroknum (coated) pappíri við einari slættari, stásiligari semi-mattari yvirflatu, ið gevur ein javnvág millum glans og mattan struktur. Hetta pappír verður ofta nýtt til at prenta myndir. T.d. plakatir, heftir, bóklingar, visitkort o.a.
Offsettpappír: Eitt óbestrokið (uncoated) pappír við einari rúðrutari mattari yvirflatu. Pappírið er kent fyri sína organiska, náttúrliga kenslu, sum ger tað væl hóskandi fyri prentlutir, har dentur verður lagdur á tekst ella grafiskar lutir. T.d. innbjóðingar, heftir, bøkur o.a.
Chromocard 270g: Pappír ið er vælegna til postkort, gávukort ella kort har man skal skriva á. Chromocard er bestrokið (coated) á forsíðuni og óbestrokið (uncoated) á baksíðuni. Hetta ger tað lætt at skriva á baksíðuna við einum penni ella einum blýanti.
Munken Pure: Eitt óbestrokið (uncoated) fínt pappír við einari rúðrutari mattari krem littari (ivory/off white) yvirflatu. Pappírið er kent fyri sína organiska, náttúrliga kenslu, sum ger tað væl hóskandi fyri prentlutir, har dentur verður lagdur á tekst ella grafiskar lutir. T.d. innbjóðingar, heftir, bøkur o.a.
Kvist (Sandlitt / Sandfarva)
Hevur eina sandlitta matta/óblanka óbestrokna (uncoated) yvirflatu. Pappíri er framleitt av endurnýttum bylgjupappi, sum er blandað við trærestum og endurnýtslupappíri.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
90g: Kopi-pappír og blokkar
130g: Heftir, faldarar og gravsálmar
170g-200g: Faldarar við betri góðsku og plakatir
250g: Permur til heftir, plakatir við betri góðsku, mappur og kort
350g-400g: Visitkort, kort við tjúkkum pappíri
Kortini verða prentaðið í hesum støddum:
Rættingar / Endurskoðan
Eftir vit hava móttikið tína bílegging uppá sniðgeving frá okkum, hyggja vit tilfarið ígjøgnum fyri at tryggja at góðskan er í lagið. Um vit mangla tilfar ella hava nøkur ivamál, so seta vit okkum í samband við tygum sum skjótast.
Tá vit hava sett fíluna upp, senda vit tær ein teldupost við einum uppskoti. Fyrsta rættingarumfar er íroknað grund prísinum fyri sniðgeving (750 DKK v/mvg).
Um øll rættingarumfør eru brúkt og tú ynskir fleiri rættingar, kemur ein eykakostnaður á 500 DKK v/mvg fyri hvørt komandi rættingarumfar. Hesin eykakostnaður verður goldin ígjøgnum eina nýggja rokning, sum vit senda til tygara teldupost.
Veitingartíð fyri sniðgeving
Vanlig veitingartíð fyri fyrsta uppskot er innan 2-4 arbeiðsdagar. Veitingartíð fyri rættingar er innan 1-2 arbeiðsdagar.
Hesar skapilónir kunnu nýtast til at skriva nøvn hjá øllum gestunum.
Ein prentklár fíl er ein fíl, ið hevur rættu støddina á prentlutinum, skerimerkir og 3 mm bleed. Mest brúkta fíl format er .pdf. Í summum førum er møguligt at viðfesta fílir sum t.d. .ai, .psd, .eps, .jpg.
Faldarar
Veitslur og brúdleyp
Kort
Plakatir, skeltir og bannarar
Heftir
Kort
Gávur
Veitslur og brúdleyp
Keypir tú 3 ella fleiri veitsluvørur (t.d. sangheftir, navnakort, menukort v.m.), fært tú –10% avsláttur í kurvuni.