M5 Brævbjálvi
Úr
- Stødd: 155 x 220 mm
- Fæst við og uttan rút
- Við sjálvlímandi uppstandandi klaffa ella við dupultklaffa
- Til eitt falda A4 ark
- Fæst við og uttan prent
Variantar / Lýsing
M5 A uttan rút
Stødd: 155 x 220 mm, við dupultklaffa, sjálvlímandi
Vekt/gr.: 7,1 gr., pappírsdygd: 90 gr., pakkar á 500 stk.
M5 A við rút
Stødd: 155 x 220 mm, við dupultklaffa, sjálvlímandi.
Rútastødd: 34 x 90 mm. Rútur: Frá vinstra kanti: 20 mm. Frá undirkanti: 83 mm.
Vekt/gr.: 7,1 gr., pappírsdygd: 90 gr., pakkar á 500 stk.
M5 B uttan rút
Stødd: 155 x 220 mm, við uppstandandi klaffa, sjálvlímandi
Vekt/gr.: 7,1 gr., pappírsdygd: 90 gr., pakkar á 500 stk.
M5 B við rút
Stødd: 155 x 220 mm, við uppstandandi klaffa, sjálvlímandi.
Rútastødd: 34 x 90 mm. Rútur: Frá vinstra kanti: 20 mm. Frá undirkanti: 83 mm.
Vekt/gr.: 7,1 gr., pappírsdygd: 90 gr., pakkar á 500 stk.
Haldgóðska
Nøkur góð ráð í sambandi við goymslu av brævbjálvum. Ger eftir hesi vegleiðing, og tú fært gleði av øllum tínum brævbjálvum!
Soleiðis goymir tú brævbjálvar best:
TURT, SVALLIGT, MYRKT og DUSTLEYST
TURT: Brævbjálvar goymast best við eini luftvætu millum 50% og 55%. Verða brævbjálvarnir goymdir í meiri luftvætu, oyðilegst límið, og brævbjálvarnir gerast skeivir.
SVALLIGT: Tað er best at goyma brævbjálvarnar í 10°-20° hitastigum.
Verða sjálvlímandi brævbjálvarnir lagdir nærhendis eini varmakeldu, t.d. einum radiatori, tornar límið.
MYRKT: Klistrievnið hjá brævbjálvunum oyðilegst, um teir verða lagdir í dagsljós. Serliga teir sjálvlímandi brævbjálvarnir eiga ongantíð at koma í beinleiðis sólarljós.
DUSTLEYS: Dust og onnur luftdálking oyðileggur límið á brævbjálvunum.
Brævbjálvar goymast best í upprunapakkanum, sum er serliga framleiddur til at verja brævbjálvarnar ímóti ávirkan uttanífrá.
Tað er best bert at taka teir brævbjálvar fram, sum skulu brúkast í einum stytri tiðarskeiði, lata restina vera verandi í eskjuni og lata eskjuna aftur. Eskjan má ikki standa opin.
Hugskot
Vakrir og kreativt framleiddir brævbjálvar eru ein góð reklama fyri avsendaran, soleiðis at tín brævbjálvi sæst betur enn allir aðrir í postkassanum hjá móttakaranum.
Lýsing á baksíðuni
Hevur tú nakrantíð hugsað, at besta staðið at hava eina góða lýsing er á baksíðuni á brævbjálvanum?
Sjálvandi sær móttakarin forsíðuna á bjálvanum fyrst (fyri at vita, um hann er rætti móttakari), men tú brúkar nógv, nógv longri tíð til baksíðuna! Tí tað er her, tú skalt lata brævbjálvan upp, antin við pappírsknívi, teskeið ella við tumlinum.
Og tí gevur ein lýsing, ið er prentað á baksíðuna, heilt víst gott úrslit!
Um prent
Her kanst tú lesa meira um prent, uppseting o.a., sum er sera týdningarmikið, áðrenn framleiðslan fer í gongd.
Prenttilfar út til kant
Um prentið gongur heilt út til kantin á brævbjálvanum, skal prenttilfarið vera ca. 3 mm størri enn støddin á brævbjálvanum hvørjumegin t.v.s. um bjálvin er 220 mm langur, og prentið skal út um kantin, skal prenttilfarið vera upp til 226 mm.
Lím, latex og falsur
Vinarliga legg til merkis, at um tú plaserar prent framman, har tað á baksíðuni á pappírinum er lím, latex ella falsur, kann hetta geva ymisk litbrigdi (nuansulitir) í prentið á bjálvanum.
Prent rundan um rútin
Rútaplaseringin kann skifta eitt sindur, tá ið bjálvarnir verða framleiddir. Um prentið gongur heilt ella partvíst rundan um rútin, skal tað definerast, um prentið skal vísa ein hvítan kant rundan um rútin, ella um tað skal ganga heilt inn á rútin. Vit mæla til ein 3 mm hvítan kant rundan um rútin og mæla til, at vit gera rútaskurðin í tínum prenttilfari.
Prent út til kant
Á ein- og tveylittum prenti kunnu vit prenta heilt út til kantin á øllum 4 síðum á bjálvanum. Við trý- og fýralittum prenti skulu vit brúka 8 mm grípikant á einum av síðunum av bjálvanum, og tí skal eitt prentfrítt øki vera fram við einum kanti á bjálvanum.
Sniðgeving / Layout o.a.
Fíl format til prent
Tá ið tit senda prentklárar fílir, skulu tær sendast sum PDF-fílir (háupploysilig). Vinarliga sig okkum, hvørjum forriti tilfarið er gjørt í, og hvørjari versjón. Nýtið helst nýggjastu versjón. Fílin skal verða latin við passmerkjum, og um prentið fer út til kant, skal tilfarið fara 3 mm út um støddina til tilskering.
Ikki 100% prentklárt
Tilfar sum ikki er 100% prentklárt, tilskila vit okkum rætt til at rætta og fyri sendarans rokning. Um hetta tekur meiri enn 5-10 minuttir DTP-arbeiði, seta vit okkum í samband við tykkum um tær neyðugu rættingarnar.
Stavsnið
Fyri at tygara dokument skal kunna umbrótast á sama hátt á prentsmiðjuni sum títt góðkenda dokument, er tað týdningarmikið, at tað eru tær somu skriftir, sum verða brúktar. Tað kann nevniliga vera munur á skriftunum, sjálvt um tær eita tað sama. Tí biðja vit tygum vinarliga: leggið altíð ta brúktu skriftina hjálagt, – men tó ikki alla skriftmappuna. Annars skulu vit brúka tíð til at opna og/ella skilja sundur skriftirnar í staðin fyri at brúka tíðina til at kanna dokumentið. Annars mugu tygum kurva (ella: “outlina”) skriftina. Men helst vilja vit, at tygum senda skriftina hjálagt.
Myndir og myndprýðing
Myndir og myndprýðing skulu altíð vera hjálagdar, eisini sjálvt um tær eru í sjálvum prentdokumentinum. Myndir skulu hava ein upploysing uppá 300 dpi í 100% stødd. Myndir skulu altíð verða sendar defineraðar júst í tí stødd, sum tær skulu brúkast í til tað lidna prentið. Litmyndir skulu altíð verða latnar í CMYK litum.
Tygum kunnu senda myndir í fíltypum sum tif, eps, bmp og jpg. Tif og eps fílur kunnu brúkast beinleiðis til CTP, hinar fíl-typurnar kunnu krevja eyka arbeiði.
Ógvuliga ljósir litir
Rátt verður til ikki at nýta ein lit, sum bert hevur 2-3% av litinum, tí so hvørvur hesin liturin næstan á prentinum. T.d. kann ein 2% gulur litur ikki síggjast, tá ið tað verður prentað. Mælt verður tí til ikki at fara undir 4%. Soleiðis skuldi vissa fingist fyri, at litgreiningin sæst.
Hjálp til sniðgeving
Vit taka gjarna ímóti reintekningum ella øðrum, soleiðis at vit út frá hesum kunnu hjálpa tygum at gera eitt prentklárt tilfar. Eisini kunnu vit leggja síðstu hond á elektronisku fílirnar, skanningar ella sniðskapa og seta layout upp fyri tygum o.s.fr.
Sniðskapa sjálvur
Tygum finna skitsur av øllum standard brævbjálvum, sum kunnu takast niður her á heimasíðuni. Skitsurnar eru gjørdar í Illustrator, sum kunnu nýtast bæði til Mac og PC, og soleiðis kanst tú sjálvur sniðskapa og gera brævbjálvan kláran til prent.
3 og 4 litaprent
Vinarliga gevið gætur, at um prentuppgávan hevur meira enn 2 litir, skulu vit brúka ein grípikant. Tað merkir, at vit skulu hava eitt prentfrítt øki uppá 8 mm á einum av hesum síðum, sum eru frámerktar við gulum liti, soleiðis, sum tað er lýst á myndini niðanfyri (T.v.s. grípikanturin skal brúkast til bert ein av teim gulu bjálkunum niðanfyri).