Vegleiðing
Sniðgev sjálv/ur
Um tú ynskir at sniðgeva vøruna, kanst tú trýsta á knøttin Sniðgev. Vit viðmæla at nýta Chrome ella Safari browsaran. Um tú hevur trupulleikar ella spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Goym snið
Um tú ynskir at goyma títt snið og venda aftur seinni, so viðmæla vit at tú javnan tekur Backup av sniðinum, helst um tú ætlar at venda aftur seinni. Hetta kanst tú gera við at trýsta á Snið > Goym snið. Hetta gevur tær eina backup fíl, sum tú kanst uploada við at trýsta á Snið > Uploada Design.
Skapilónir
Fá íblástur við at velja eina skapilón, sum tú kanst laga til eftir tínum tørvi.
Trygdarlinja og skerilinja
Til sniðgeving á heimasíðuni síggjast 2 hjálpilinjur framvið kantinum.
Grøna linjan: Trygdarlinja
Hav tekst, myndir og grafik innanfyri hesa linjuna (20 mm), fyri at tryggja at tað ikki verður avskorið.
Reyða linjan: Skerilinja
Henda linjan vísur, hvar vit skera vøruna. Fyri at fáa prent út til kant, skal tú leggja bakgrundina 10 mm útum skerilinjuna (reyðu linjuna).
Prentklárar fílir
Til prentklárar fílir av Roll Up mugu vit móttaka eina PDF fíl við 10 mm Bleed í øllum síðum. Tvs. støddin á fíluni skal verða 870×2200 mm.
Tekstur, grafikkur og myndir skulu liggja innanfyri trygdarlinjuna (20 mm). Gev gætur: Niðastu 20 cm verða ikki sjónligir á endaliga prentlutinum.
Fyri at fáa bestu góðsku er umráðandi at vit móttaka myndir, ið eru 150-300 DPI (PPI) í mun til støddina 85x200cm.