Keypstreytir
Keypstreytir hjá Tonito
Tonito Sp/f
Fjøruvegur 7
470 Eiði
Føroyar
Teldupostur: tonito@tonito.fo
Telefon: +298 42 35 60
Vtal: 374989
Gjalding
Til ber at rinda við fylgjandi gjaldskortum: – Visa – MasterCard Upphæddin fyri tína bílegging verður ikki trekt av kortinum, fyrr enn vøran verður send, ella er klár at avheinta, uttan at annað er avtalað. Allar upphæddir á Tonito.fo hava íroknað 25% MVG, uttan at annað er viðmerkt. Tonito brúkar fylgjandi gjaldoyra: Denmark – Kroner (DKK) Tonito.fo er bronglað við SSL (Secure Socket Layer). Somuleiðis nýtir Tonito eina trygga gjaldshýsing, sum bronglar tínar kontoupplýsingar við SSL protokol. Hetta merkir at tínar upplýsingar verða sendar tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.
Framleiðslutíð
Framleiðslutíðin uppá okkara vørur er sera ymisk. Á flestu vørum hevur tú møguleika at velja ymiskar framleiðslutíðir, sum eru upplýstar. Upplýsta framleiðslutíðin er vegleiðandi.
Í samband við seinking og ófullfíggjaðar vørur, tekur veitarin onga ábyrgd, tá seinking ella ófullfíggingin stavar frá feilum ella skaðum í framleiðsluútgerð, sum ávíst hevur elvt til seinking ella skaða við framleiðsluni, í samband við arbeiðaratrupulleikum av ein og hvørjum slag, ið veitarin ikki er harri yvir, sum t.d. eldsbruni, vatnskaði, náttúruvanlukkur, kríggj, uppreistur, ófriður, gjaldsoyraavmarkingar, mangul uppá flutningstól, avmarking av rakstrarmegi, eksport og importforboð og aðrar umstøður ein ikki hevur tamarhald á (force majeure).
Vøruútbering / Flutningur
Vit senda vørur kring Føroyar við ymiskum flutningsfyritøkum. Sendingarkostnaðurin verður lagdur omaná keypsprísin og verður roknaður út frá vektini á vøruni. Útberingartíðin er vanliga 1-3 arbeiðsdagar. Uttan eykakostna er møguligt at avheinta vøruna á Tonito, Fjøruvegur 7, Eiði.
Sniðgeving
Vit sniðgeva og seta prentlutir upp eftir tørvi. Áðrenn prentað verður, skal uppsetingin góðkennast av tygum. Rættlestur er fyri tygara ábyrgd og kostnað. Til sniðgeving av vørum á heimasíðuni er rættlestur og uppseting tygara ábyrgd. Tó gera vit eina roynd at kannað tilfar fyri týðiligar villur, uppseting og góðsku áðrenn prenta verður. Tygum verða fráboðaður um nakað av hesum skuldi komið fyri.
Rættingar / Endurskoðan
Eftir vit hava móttikið tína bílegging uppá sniðgeving frá okkum, hyggja vit tilfarið ígjøgnum fyri at tryggja at góðskan er í lagið. Um vit mangla tilfar ella hava nøkur ivamál, so seta vit okkum í samband við tygum sum skjótast.
Tá vit hava sett fíluna upp, senda vit tær ein teldupost við einum uppskoti. Fyrsta rættingarumfar er íroknað grund prísinum fyri sniðgeving.
Um øll rættingarumfør eru brúkt og tú ynskir fleiri rættingar, kemur ein eykakostnaður á 500 DKK v/mvg fyri hvørt komandi rættingarumfar. Hesin eykakostnaður verður goldin ígjøgnum eina nýggja rokning, sum vit senda til tygara teldupost.
Veitingartíð fyri sniðgeving
Vanlig veitingartíð fyri fyrsta uppskot er innan 2-4 arbeiðsdagar. Veitingartíð fyri rættingar er innan 1-2 arbeiðsdagar.
Prent
Litir sæddir á skermi eru ikki altíð teir somu sum á prentlutum. Skermar eru sera ymiskir og vísa ymiskar litir. Ofta eru prentlitir eitt vet myrkari enn litir á einum skermi. Skermar okkara eru kalibreraðir, sum tryggjar at litirnir verða vístir rætt á skerminum. Prentlutirnir verða góðsku kannaðir og samanlíknaðir við skermar og viftir okkara fyri at kannað um litirnir eru rættir.
Iðranarrættur
Vørurnar á Tonito.fo koma undir serframleiðslu, tá tær verða framleiddar eftir ávísum tørvi, og av tí grund kann keypið ikki iðrast. Sí meira á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum: bruk.fo
Endurgjaldskrav
Vit veita 24 mánaðar endurgjaldskrav til allar vørur, sum er í tráð við keypilógina. Endurgjaldskravið fevnir um feilir og mangul í vøruni. Hetta merkir, at tú kanst antin fáa vøruna umvælda, umbýtta, fáa peningin aftur ella avsláttur í prísinum alt eftir ávísu støðuni, ið talan er um. Endurgjaldskravið skal tó um somu tíð vera rættvístgjørt og vísa á, at møguligur feilur ella mangul ikki er íkomin orsakað av skeivum brúki av vøruni ella øðrum skaðaelvandi atburði, ið kann metast sum atvold til møguligan feil ella mangul í vøruni. Viðvíkjandi vørum við avmarkaðari livitíð er endurgjaldskravið somuleiðis avmarkað til haldgóðskutíðarskeiðið, ið vanliga ger seg galdandi viðv. ávísu vøruni. Finnur tú ein feil ella mangul í keyptari vøru, skalt tú sum brúkari boða Tonito frá innanfyri rímiligt tíðarskeið. Um tú setur fram endurgjaldskrav innan tveir mánaðar eftir, at feilur ella mangul er funnin, verður endurgjaldskravið altíð roknað sum rættstundis. Er feilur ella mangul í vøruni, vil Tonito altíð royna at umvæla vøruna ella at býta vøruna um, um hetta ikki ber ov høgan kostnað við sær fyri Tonito. Er endurgjaldskravið rættvístgjørt, rindar Tonito eisini fyri rímiligan flutningarkostnað. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligari innpakking, og minst til at fáa kvittan fyri aftursending, so vit kunnu rinda endurgjald fyri flutningarkostnaðin. Endurgjaldskrav kann gerast við at seta teg í samband við Tonito.
Persónligar upplýsingar
Fyri at bíleggja frá Tonito.fo hava vit brúk fyri fylgjandi upplýsingum; navn, bústaður, telefon nummar og teldupostur. Hesar upplýsingar verða skrásettar fyri at Tonito kann senda vørur til tygum og fráboða um okkurt er við bíleggingini. Upplýsingarnar verða goymdar í trúnaði í okkara kundalista. Bert starvsfólk á Tonito hevur atgongd til kundalistan. Hesar upplýsingar verða ikki deildar til nakran triðjapart. Tú kanst til eina og hvørja tíð fáa sletta upplýsingarnar frá kundalistanum hjá okkum, við at seta teg í samband við Tonito.
Farspor / Cookies
Tonito.fo nýtir farspor (Cookies), fyri at fáa eitt yvirlit yvir hvussu nógv vitja síðuna og hvar á síðuni mest trafikkur er. Hetta gevur okkum møguleika at menna heimasíðuna fyri at skapa eitt betri upplivilsi fyri brúkarin. Tú kann til eina og hvørja tíð sletta farspor (cookies) á telduni hjá tær. Sí vegleiðing her: pcworld.com
Klagumøguleikar
Klagur um vørur seldar á Tonito kunnu sendast til: Brúkaraumboðið Skálatrøð 20 Postrúm 73 FO-110 Tórshavn bruk.fo
Við klagu verður tú biðin um at upplýsa heimasíðunavnið, Tonito.fo, umframt okkara teldupost: tonito@tonito.fo.
Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum, prísbroytingum og broyttari framleiðslutíð