Privatlívspolitikkur
Farspor (Cookies)
Tonito.fo nýtir farspor, fyri at fáa eitt yvirlit yvir hvussu nógv vitja síðuna og hvar á síðuni mest trafikkur er. Hetta gevur okkum møguleika at menna heimasíðuna fyri at skapa eitt betri upplivilsi fyri brúkarin.
Hvat eru farspor?
Eitt farspor er ein lítil tekstfílur, ið verður goymdur á einari teldu ella líknandi, fyri at minnast tí einkultu eindina. Persónligar upplýsingar verða ikki goymdar í okkara farsporum. Tú kann til eina og hvørja tíð sletta cookies á telduni hjá tær. Sí vegleiðing her: pcworld.com
Hvat er endamálið við farsporum á Tonito.fo?
- Vitjanarmálingar, so at vit vita hvussu nógv vitjandi Tonito.fo hevur dagliga.
- Tað ger tað lættari fyri okkum at minnast tínar upplýsningar, soleiðis at tín vitjan á Tonito.fo verður so góð sum gjørligt.
- Málrættaðar lýsingar, so at vit kunnu vísa tær, tær vørurnar, ið eru mest viðkomandi fyri teg.
Google Analytics
Til at máta trafikkin á heimasíðuni nýtir Tonito.fo cookies frá Google Analytics. Google brúkar upplýsingar ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur. Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi. Tú hevur møguleika at leita á netinum uttan at nýta cookies frá Google Analytics við fylgjandi leinkju: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout
Persónligar upplýsingar
Fyri at bíleggja frá Tonito.fo hava vit brúk fyri fylgjandi upplýsingum: Navn, bústaður, telefon nummar og teldupostur. Hesar upplýsingar verða skrásettar fyri at Tonito kann senda vørur til tín. Upplýsingarnar verða goymdar í trúnaði í okkara kundalista. Bert starvsfólk á Tonito hevur atgongd til kundalistan. Hesar upplýsingar verða ikki deildar til nakran triðjapart. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á tonito@tonito.fo
Samband
Tonito Sp/f, Fjøruvegur 7, 470 Eiði, Føroyar, Teldupostur: tonito@tonito.fo, Telefon: +298 42 35 60