10 stk
10 stk
36 stk
36 stk
10 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
Úr
Okkara maskinur gera tað møguligt at framleiða heftini skjótt, sum skapar eina sera stutta avgreiðslutíð. Eisini hava vit møguleika til at sniðgeva heftir eftir tygara tørvi.
Nógv fólk siga faldari, tá ið tey í veruleikanum tosa um eitt hefti. Eitt hefti er uppbygt av fleiri faldaðum ørkum, sum eru heft við heftiklemmu í miðjuni. Ein faldari er harafturímóti uppbygdur av einum einkultum arki av pappíri, sum verður faldað eina ella fleiri ferðir. Í hesum samanhanginum kemur tú møguliga fram á orðið "falsað", sum bert er eitt annað heiti fyri "faldað".
Silk
Hevur javna og slætta semi matta "coated" yvirflatu. Tú kanst saktans skriva á Silkpappír við kúlupenni, men pappírið hóskar ikki so væl til stempul, litblýantar ella blýantar.
Silk er mest brúkta pappír til vanligar prentlutir. Silk er væl hóskandi til øll sløg av prenti (myndir, tekst og grafik).
Offsetpappír
Offsetpappír er heldur rúðrut og hevur eina “uncoated” yvirflatu og líkist mest vanligum “prentarapapíri”. Litirnir eru meira doyvdir og ikki so skínandi, sum á “coated” pappíri, sum til dømis á silkpappíri. Offsetpappír er vælegna til at skriva og tekna á ella koyra stempul á pappírið.
Matt
Matt pappír minnir nógv um Offsetpappír, men hevur eina betri góðsku. Pappíri er "uncoated" og hevur eina matta/óblanka yvirflatu, sum hevur eina natúrliga útsjónd.
Hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum. Somuleiðis er hetta pappíri væl hóskandi til heftir, har boðskapurin skal hava eina natúrliga útsjónd.
Litir verða meira doyvdir og eru ikki so skínandi, sum á silkpappíri. Matt pappír er vælegna til at skriva og tekna á ella koyra stempul á pappírið.
Kvistpappír
Hevur eina sandlitta matta/óblanka "uncoated" yvirflatu. Pappíri er framleitt av endurnýttum bylgjupappi, sum er blandað við trærestum og endurnýtslupappíri.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
Endurnýtslupappír
Hevur eina matta/óblanka "uncoated" yvirflatu, sum hevur eina nátúrliga eggjahvíta útsjónd.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
Coated pappír
Bestrokið pappír, ið hevur eina javna og slætta yvirflatu. Litir á bestroknum pappíri eru sterkir og bjartir.
Uncoated pappír
Óbestrokið pappír, ið hevur eina heldur rúðruta yvirflatu, sum minnur um vanligt "prentarapappír". Litir á óbestroknum pappíri eru meira doyvdir og ikki so sterkir av tí at pappír-yvirflatan er meira rúðrut og matt.
80-130 gram pappír
Vælegna til blokkar, brævørk og heftir
170 gram pappír
Vælegna til floglepar, faldarar og plakatir
200-250 gram pappír
Vælegna til umslag til heftir, gávukort og plakatir
350-400 gram pappír
Vælegna til visitkort
Brævbjálvar
Brævbjálvar
Brævbjálvar
Blokkar
Gávur
Floglepar
Faldarar
Faldarar
Vit takka fyri tygara umbøn og venda aftur sum skjótast :)