10 stk
10 stk
36 stk
36 stk
10 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
Úr 25,00 kr. við MVG
Her fært tú bílagt plakatir til veitsluna. Millum annað kanst tú gera eina borðætlan, ið vísur hvar gestirnir skulu sessast.
Ger títt egna snið herSoleiðis nýtir tú Canva
Aftaná tú hevur valt eina skapilón, verður tú send/ur til Canva, har tú kanst sniðgeva prentfíluna út frá skapilónini.
Bert galdandi fyri heftir:
Tryggja tær at sniðið er liðugt og klárt at prenta.
G.G. Leinkjan sum vit fáa er "live". Tað vil siga at um tú gert broytingar, áðrenn vit hava tikið fíluna niður, so koma hesar broytingar við. Um tú ynskir at gera eina aðra útgávu av fíluni, mást tú gera eitt kopi áðrenn tú gert broytingar (Fil > Lav en kopi)
Tá tú ert liðugur at sniðgeva, kanst tú taka fíluna niður.
Tá tú hevur tikið fíluna niður ella kopiera eina leinkju frá Canva, fært gjørt eina bílegging. Tryggja tær at tú velur sama síðutal fyri tína bílegging, sum tín prentfíl hevur.
Dømi: Tú ynskir at gera eitt kort við prent á báðum síðum, so gert tú eina fíl við 2 síðum.
Bert galdandi fyri heftir:
Síðutalið má ganga upp í 4.
T.d. 16 síður, 20 síður, 24 síður, 28 síður, 32 síður o.s.fr.
Tá tú tikið kopiera leinkjuna, kanst tú seta hana inn í tína bílegging.
Um tú ynskir at sniðgeva vøruna, kanst tú trýsta á knøttin Sniðgev. Vit viðmæla at nýta Chrome ella Safari browsaran. Um tú hevur trupulleikar ella spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Goym snið
Um tú ynskir at goyma títt snið og venda aftur seinni, so viðmæla vit at tú javnan tekur Backup av sniðinum, helst um tú ætlar at venda aftur seinni. Hetta kanst tú gera við at trýsta á Snið > Goym snið. Hetta gevur tær eina backup fíl, sum tú kanst uploada við at trýsta á Snið > Uploada Design.
Skapilónir
Fá íblástur við at velja eina skapilón, sum tú kanst laga til eftir tínum tørvi.
Trygdarlinja og skerilinja
Til sniðgeving á heimasíðuni síggjast 2 hjálpilinjur framvið kantinum.
Grøna linjan: Trygdarlinja
Hav tekst og grafik innanfyri hesa linjuna, fyri at tryggja at tað ikki verður avskorið.
Reyða linjan: Skeri-linja
Skerilinjan vísur, hvar vit skera vøruna. Fyri at fáa prent út til kant, skal tú leggja bakgrundina 3 mm útum skerilinjuna (reyðu linjuna).
Um tú hevur eina prentklára fíl og ynskir at gera eina bílegging, so kanst tú velja Viðfest prentklára fíl undir teiginum Prentfíl. Síðani fært tú viðfest fíluna (PDF).
Prentklárar fílir skulu viðfestast í somu stødd sum vøran. Les meira undir teiginum Stødd
Matt – 200gr
Páppiri hevur eina matta yvirflatu. Verður bert nýtt til fine art prent.
Luster – 200gr
Páppiri hevur eina miðal blanka foto yvirflatu. Verður bert nýtt til fine art prent.
Semi Gloss – 200gr
Páppiri hevur eina miðal blanka foto yvirflatu. Verður bert nýtt til fine art prent.
Satin Coated – 200gr
Hevur eina semigloss/miðal-blanka yvirflatu. Verður bert nýtt til stórformat prent.
Silk Coated
Hevur eina semigloss/miðal-blanka yvirflatu.
Eitt tað mest brúkta slagið av pappíri til plakatir í stórum mongdum.
Hetta pappíri hóskar væl til øll sløg av prenti (myndir, tekst og grafik).
Fæst bert til hesar støddir: A3, A4
240gr Matt Uncoated
Hevur eina matta/óblanka yvirflatu, sum hevur eina nátúrliga góðsku og útsjónd.
Hetta pappíri hóskar væl til prent av teksti og grafiskum elementum.
Fæst bert til hesar støddir: A3, A4
PVC dúkur 340gr
Dúkurin er sera slitsterkur og tolir vind og regn. Hóskar væl til plakatir, sum skulu hanga uttandura, t.d. valplakatir.
Semi Gloss PVC Film 165micron
PVC tilfar við semi blankari yvirflatu. Hóskar væl til Roll Up og tolir eisini vatn.
Matt PVC Film 320micron
PVC tilfar við mattari/óblankari yvirflatu. Hóskar væl til Roll Up og tolir eisini vatn.
Til prentklárar fílir av plakatum er best um vit móttaka eina PDF fíl við 3 mm Bleed á øllum síðum. Eisini er møguligt at senda eina JPG fíl við rættari stødd.
Fyri at fáa bestu góðsku er umráðandi at vit móttaka myndir ið eru 300 DPI (PPI) í mun til endaligu støddina.
Til sniðgeving á heimasíðuni síggjast 2 hjálpilinjur framvið kantinum.
Grøna linjan: Trygdarlinja
Hav tekst og grafik innanfyri hesa linjuna, fyri at tryggja at tað ikki verður avskorið.
Reyða linjan: Skeri-linja
Henda linjan vísur, hvar vit skera vøruna. Fyri at fáa prent út til kant, skal tú leggja bakgrundina 3 mm útum skerilinjuna (reyðu linjuna).
Plakatir, skeltir og bannarar
Bannarar
Kort
Gávur
Heftir
Bannarar
Kort
Plakatir, skeltir og bannarar
Keypir tú 3 ella fleiri veitsluvørur (t.d. sangheftir, navnakort, menukort v.m.), fært tú –10% avsláttur í kurvuni.