Privatlívspolitikkur

Um Tonito

Tonito Sp/f virðir títt privatlív og viðger tínar persónsupplýsingar í trúnaði. Hesin privatlívspolitikkurin greiðir frá, hvussu vit savna, nýta og goyma upplýsingar, tá tú vitjar Tonito.fo ella bíleggur vørur frá okkum.

Tonito Sp/f
Fjøruvegur 7
FO-470 Eiði
Føroyar

Teldupostur: tonito@tonito.fo
Telefon: +298 42 35 60
V-tal: 374989

Farspor (Cookies)

Tonito.fo nýtir farspor (cookies) fyri at tryggja, at heimasíðan riggar sum hon skal, og fyri at betra um upplivingina hjá teimum vitjandi.

Farspor verða eisini nýtt til at savna hagtøl um, hvussu heimasíðan verður brúkt. Hesar upplýsingar hjálpa okkum at menna og betra um innihaldið og tænastuna.

Tú kanst til eina og hvørja tíð broyta ella strika farspor í tínum kaga. Tú kanst eisini nokta óneyðugum farsporum gjøgnum okkara samtykkisskipan, um tú ynskir tað.

Persónsupplýsingar

Tá tú bíleggur frá Tonito.fo ella setur teg í samband við okkum, kunnu vit savna fylgjandi upplýsingar:

  • Navn
  • Bústað
  • Teldupost
  • Telefonnummar
  • Upplýsingar, sum tú sjálvur sendir okkum gjøgnum frymlar ella teldupost

Vit brúka upplýsingarnar fyri at:

  • avgreiða og senda tína bílegging,
  • seta okkum í samband við teg um bíleggingina,
  • veita kundatænastu,
  • og lúka okkara lógarásettu skyldur, til dømis sambært bókhaldslógini.

Vit goyma bert upplýsingar, so leingi tað er neyðugt fyri at røkja omanfyrinevndu endamál og fyri at lúka galdandi lóggávu.

Deiling av upplýsingum

Vit selja ongantíð persónsupplýsingar víðari.

Í tann mun tað er neyðugt fyri at avgreiða bíleggingina, kunnu upplýsingar verða latnar flutningsfyritøkum, gjaldstænastum og øðrum samstarvsfeløgum, sum hjálpa okkum at veita okkara tænastur. Hesir viðgera bert upplýsingarnar sambært okkara leiðbeiningum og galdandi lóggávu.

Tín rættur

Tú hevur rætt til:

  • at fáa innlit í tær upplýsingar, vit hava um teg,
  • at fáa skeivar upplýsingar rættaðar,
  • at biðja um at fáa upplýsingar strikaðar, tá tað er møguligt,
  • at biðja um avmarking av viðgerðini av tínum upplýsingum,
  • og at taka eitt samtykki aftur, um viðgerðin byggir á samtykki.

Ynskir tú at gera nýtslu av hesum rættindum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Samband

Hevur tú spurningar um okkara privatlívspolitikk ella viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tonito Sp/f
Fjøruvegur 7
FO-470 Eiði
Føroyar

Teldupostur: tonito@tonito.fo
Telefon: +298 42 35 60