10 stk
10 stk
36 stk
36 stk
10 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
36 stk
Úr 25,00 kr. við MVG
Niðanfyri hevur tú møguleika at senda okkum eina prentklára fíl ella at sniðgeva plakatina sjálvur.
Soleiðis nýtir tú Canva
Aftaná tú hevur valt eina skapilón, verður tú send/ur til Canva, har tú kanst sniðgeva prentfíluna út frá skapilónini.
Bert galdandi fyri heftir:
Tryggja tær at sniðið er liðugt og klárt at prenta.
G.G. Leinkjan sum vit fáa er "live". Tað vil siga at um tú gert broytingar, áðrenn vit hava tikið fíluna niður, so koma hesar broytingar við. Um tú ynskir at gera eina aðra útgávu av fíluni, mást tú gera eitt kopi áðrenn tú gert broytingar (Fil > Lav en kopi)
Tá tú ert liðugur at sniðgeva, kanst tú taka fíluna niður.
Tá tú hevur tikið fíluna niður ella kopiera eina leinkju frá Canva, fært gjørt eina bílegging. Tryggja tær at tú velur sama síðutal fyri tína bílegging, sum tín prentfíl hevur.
Dømi: Tú ynskir at gera eitt kort við prent á báðum síðum, so gert tú eina fíl við 2 síðum.
Bert galdandi fyri heftir:
Síðutalið má ganga upp í 4.
T.d. 16 síður, 20 síður, 24 síður, 28 síður, 32 síður o.s.fr.
Tá tú tikið kopiera leinkjuna, kanst tú seta hana inn í tína bílegging.
Tá tú velur plakat, er umráðandi at hugsa um, hvat endamálið er við henni.
Skalt tú brúka plakatir til sølu, tiltøk ella grafiskt tilfar í smærri og miðal stórum nøgdum, er digitalt prent eitt gott og bíligt val.
Vit bjóða Silk (coated/bestrokið) ella offsettpappír (uncoated/óbestrokið).
Silk hevur eina hálvmatta yvirflatu, sum tryggjar góða litgóðsku uttan at skína ov nógv.
Offsettpappír hevur eina mattari og eitt sindur rúðruta yvirflatu, og litirnir kunnu síggja eitt sindur mildari út.
Hevur tú eina mynd ella listaverk, sum skal hanga í stovuni ella á útstilling í hægstu góðsku, viðmæla vit Fine Art prent – eisini kent sum Giclée prent.
Vit prenta við pigmentblekk á sýru-frítt listapappír, sum tryggjar sera neyva litagóðsku, dýbd og langt haldføri. Hetta er ein arkivhaldfør prentloysn, sum verður nógv brúkt til listaframsýningar og sølu av listaprentum.
Pappírsløg:
Matt
Luster
Semi Gloss
Fine Art / Giclée er okkara besta prentgóðska.
Til størri plakatir og útstillingar bjóða vit stórformat prent.
Skal plakatin hanga uttandura, viðmæla vit prent á PVC-dúk, sum er slitsterkur og tolir bæði regn og vind.
Kundi tú hugsa tær størri mongdir av plakatum? Set teg í samband við okkum og fá eitt gott tilboð.
Matt – 200gPappírið hevur eina matta og óblanka yvirflatu.
Gevur eina nátúrliga og mjúka útsjónd, uttan spegling.
Verður bert nýtt til Fine Art (Giclée) prent.

Pappírið hevur eina miðal blanka fotoyvirflatu.
Sameinir góða litadýpd við avmarkaðari spegling.
Verður bert nýtt til Fine Art (Giclée) prent.

Pappírið hevur eina miðal blanka og slætta fotoyvirflatu.
Gevur klárar og livandi litir.
Verður bert nýtt til Fine Art (Giclée) prent.
Hevur eina hálvblanka (semi gloss) yvirflatu.
Góð loysn til størri prent við greiðari litaendurgávu.
Verður bert nýtt til stórformat prent.
Hevur eina hálvblanka (semi gloss) yvirflatu.
Eitt tað mest brúkta pappírsslagið til plakatir í størri mongdum.
Hóskar væl til øll sløg av prenti – myndir, tekst og grafikk.
Fæst bert í støddum upp til A3.
Hevur eina matta og óblanka yvirflatu við nátúrligari góðsku og útsjónd.
Gevur eina mjúka og eksklusiva heildarútsjónd.
Hóskar serliga væl til tekst og grafisk elementir.
Fæst bert í støddum upp til A3.
Sera slitsterkt tilfar, sum tolir bæði vind og regn.
Hóskar væl til plakatir, ið skulu hanga uttandura – til dømis valplakatir.
Hettar er ein StayFlat Roll-Up PVC film við serligari tekstureraðari yvirflatu og gráum baksíðu, sum minkar um gjøgnumskíning.
Tilfarið er sera væl egnað til Roll-Up, plakatir og aðrar framsýningarloysnir, bæði innan- og uttandura.
Rættingar / Endurskoðan
Eftir vit hava móttikið tína bílegging uppá sniðgeving frá okkum, hyggja vit tilfarið ígjøgnum fyri at tryggja at góðskan er í lagið. Um vit mangla tilfar ella hava nøkur ivamál, so seta vit okkum í samband við tygum sum skjótast.
Tá vit hava sett fíluna upp, senda vit tær ein teldupost við einum uppskoti. Fyrsta rættingarumfar er íroknað grund prísinum fyri sniðgeving (750 DKK v/mvg).
Um øll rættingarumfør eru brúkt og tú ynskir fleiri rættingar, kemur ein eykakostnaður á 500 DKK v/mvg fyri hvørt komandi rættingarumfar. Hesin eykakostnaður verður goldin ígjøgnum eina nýggja rokning, sum vit senda til tygara teldupost.
Veitingartíð fyri sniðgeving
Vanlig veitingartíð fyri fyrsta uppskot er innan 2-4 arbeiðsdagar. Veitingartíð fyri rættingar er innan 1-2 arbeiðsdagar.
Til prentklárar fílir av plakatum er best um vit móttaka eina PDF fíl við 3 mm Bleed á øllum síðum. Eisini er møguligt at senda eina JPG fíl við rættari stødd.
Fyri at fáa bestu góðsku er umráðandi at vit móttaka myndir ið eru 300 DPI (PPI) í mun til endaligu støddina.
Vit mæla til:
300 dpi til minni format (A4–A3)
150–240 dpi til størri plakatformat (A2 og størri)
Men hvat merkir tað í praksis?
| Format | 300 dpi | 150 dpi |
|---|---|---|
| A4 (21×29,7 cm) | ca. 2480 × 3508 px | ca. 1240 × 1754 px |
| A3 (29,7×42 cm) | ca. 3508 × 4961 px | ca. 1754 × 2480 px |
| A2 (42×59,4 cm) | ca. 4961 × 7016 px | ca. 2480 × 3508 px |
| 50×70 cm | ca. 5906 × 8268 px | ca. 2953 × 4134 px |
👉 Til stórar plakatir, sum síggjast úr longri frástøðu, er 150–240 dpi ofta nóg gott.
Ja – í flestu førum er hon tað.
Nýggjari iPhone myndir (12MP–48MP) eru vanliga umleið:
4032 × 3024 px (12MP)
ella hægri á nýggjastu modellunum
Tað merkir:
Gott til A4 og A3 í hægstu góðsku
Gott til A2 í góðari góðsku
Kann brúkast til 50×70 cm, alt eftir motivinum
Vit kanna altíð myndina og siga frá, um vit meta hon ikki er nóg skørp.
Myndir, sum eru sendar gjøgnum:
Messenger
Snapchat
verða komprimeradar (minka í stødd og góðsku).
Tí eru tær vanliga ikki egnaðar til stórar plakatir.
👉 Send altíð upprunaligu myndina beinleiðis frá telefon, kamera ella teldu – ikki eina, sum er víðarasend gjøgnum sosialar miðlar.
Giclée er ein high-end prentgóðska, vanliga:
Pigment ink
Sýrufrítt pappír
Long archival durability (upp til 100+ ár við røttum goymsluviðurskiftum)
Vit bjóða ymisk sløg:
Matt – eingin spegling, perfekt til ljós rúm
Luster / Satin – lítil spegling, meira djúpir litir
Gloss – sterkir litir og nógv kontrast
Fine Art / Giclée – eksklusivt, sýrufrítt og archival
Kort
Plakatir, skeltir og bannarar
Plakatir, skeltir og bannarar
Bannarar
Heftir og faldarar
Plakatir, skeltir og bannarar
Lýsingatilfar
Lýsingatilfar